Danski bólkurin Carpark North verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Vaglinum í summar, tá Tórsfest verður hildin 21. juli. Umframt Carpark North verða eisni Burhan G, Danny & The Veetos, Burak Yeter, Jacob Dinesen og Signar í Homrum millum mongu nøvnini, sum fara á pall hetta kvøldið. Og fleiri koma afturat - bæði føroysk og útlendsk.
Carpark North vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í Mentarhúsinum í Fuglafirði á heysti 2005. Teir spældu á Voxbotn í 2013 og á Tórsfest í 2016.
- Tær konsertirnar teljast nokk millum allar bestu rokk-konsertirnar, sum hava verið her á klettunum. Og tað er eisini ein av orsøkunum, at Carpark North vildu sleppa aftur til Føroyar. Teimum dáma sera væl at spæla her og vilja sleppa at gera tað aftur - at fáa alla fjøldini við, sum seinast á Tórsfest, siga fyriskipararnir.