Caroline Wozniacki vunnið Australian Open

Danska tennis stjørnan er nú heimsins besta.

Jákup Højgaard
27. januar 2018 kl. 11:44

Tað var við gleðitárum í eygunum, at Caroline Wozniacki fall á knø, tá hon í morgun vann finaluna í Australian Open. Hetta er fyrstu fer, at danska tennis stjørnan hevur vunnið eina so kallaða grand slam kapping. Hinar grand slam kappingarnar eru US Open, Wimbledon og Roland Garros.

Sett úrslitini gjørdist 7-6, 3-6 og 6-4. Caroline Wozniacki vann sostatt 2-1 í settum. Frá byrjan til enda var dysturin í góðar tríggjar tímar. Hinumegin netið stóð romenska Simona Halep, ið áðrenn dystin var styrkismett sum heimsins besta. Eitt heitið, ið Simona Halep ikki longur eigur, tí sigurin hjá Wozniacki í morgun hevur við sær at hon yvirhálur Simonu Halep á styrkislistanum.

Mynd: EPA/Lukas Coch