Carlsen systrarnar ikki víðari til finaluna

Føroysku systrarnar Laila, Barbara og Vanja Carlsen, ið luttaka í danska grand prix-kappingini í ár við sanginum 'Standing...

Alda Nielsdóttir
10. februar 2018 kl. 20:45

Føroysku systrarnar Laila, Barbara og Vanja Carlsen, ið luttaka í danska grand prix-kappingini í ár við sanginum 'Standing up for Love', vóru ikki millum tey trý, ið komu víðari til finalurunduna.

Tey, ið komu víðari vóru Rasmussen við sanginum 'Higher Ground', Anna Ritsmar við sanginum 'Starlight' og Albin Fredy við sanginum 'Music for the Road'. 

Til ber at fylgja kappingini beinleiðis á dr.dk.