Katalonia valdi at lýsa seg sum sjálvstøðugt land í gjár. Tinglimir í katalanska tinginum atkvøddu um málið, og 70 atkvøður vóru fyri og 10 ímóti.
Hetta fekk sponsku miðstjórnina í Madrid, at gera álvara av hóttanini um at seta grein 155 í gildi. Grein 155 í sponsku grundlógini gevur heimild til at taka sjálvstýri í Katalonia úr gildi.
Carles Puidgemont er sostatt blivin tikin úr embætinum sum forseti í Katalonia. Í einari røðu biður hann íbúgvarnar í Katalonia um at friðarliga mótmæla valdsyvirtøkuni frá Spania.
Enn er ikki greitt júst hvussu miðstjórnin í Madrid ætlar at valdið skal yvirtakast. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur útskrivað val at haldast í Katalonia tann 21. desember.