Carlene Carter á Sørvágs Country og Bluesfestival

Tá Sørvágs Country og Bluesfestivalur verður hildin á sjeynda sinni í døgunum 14-16. juni 2018 verður tað við einum...

Innsent
8. desember 2017 kl. 09:43

Tá Sørvágs Country og Bluesfestivalur verður hildin á sjeynda sinni í døgunum 14-16. juni 2018 verður tað við einum høvuðsnavni, sum má metast at vera tann størsta stjørnan, sum higartil vitjar Føroya einasta countryfestival.

Talan er um sjálvastu Carlene Carter, sum herjaði country hittlistarnar í nítiárunum, eitt nú við heimshittinum ”Every Little Thing”.

Carlene Carter er úr góðum bergi brotin. Carter familjan er viðurkend sum slóðbrótari fyri countrytónleikin. Carlene er dóttir June Carter og Carl Smith.

Carl Smith var ein stór stjørna á heiðini í fimmti og seksti árunum, hóast størsta bragd hansara kanska var at skora víðagitnu June, dóttir sjálvastu Maybelle og Ezra Carter, snúningsásin í legendariska bólkinum The Carter Family.

June var kend longu sum barn, men gjørdist ikki minni kend eftir at hon seinni giftist ”The man in Black”, Johnny Cash, ið sostatt gjørdist fosturpápi Carlene tá hon var 13 ára gomul.

Carlene upptraðkaði saman við Carter Family sum ung, men byrjaði longu í sjeytiárunum at geva út fløgur undir egnum navni og við egnum sangum. Glæstritíð hennara var tíðliga í nítiárunum, tá hon var við til at seta dám á festliga honkytonk country tónleikin, og serliga verður lagið ”Every Little Thing” av fløguni ”Little Love Letters” frá 1993 mett sum ein varði á leiðini.

Eftir at hava hildið ein støðg við tónleikinum í árunum undan og eftir aldarskiftið, kom Carlene Carter sterkt aftur á pallin í 2008 við fløguni ”Stronger” og staðfesti sína støðu sum legenda innan countrytónleikin við fløguni ”Carter Girl” frá 2014, har hon meira leitar aftur til sínar røtur, og syngur góðar gamlar Carter-family sangir, eitt nú við gestasangarum, sum Willie Nelson, Kris Kristofferson og Vince Gill.

Nýggjasta fløguútspælið hjá Carlene Carter var ein týðandi leiklutur sum viðsangari í eini americana-útgávu hjá John Mellemcamp, ”Sad Clowns & Hillbillies”, ið kom út í vár.

Carlene Carter kemur til Føroya í summar við egnum orkestri. Konsertin á Dungasandi verður byrjanin til eina konsertferð í Evropa, har Carlene Carter millum annað verður eitt av høvuðsnøvnunum á størsta countryfestivali í Evropa, Altjóða Trucker- og countryfestivalinum í Interlaken í Sveits vikuskiftið eftir festivalin í Sørvági.

Atgongumerkini til Sørvágs Country og Bluesfestival 2018 verða lýst til sølu í næstum.