Fyrrverandi amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, segði í einum kjakið mikukvøldið, at hon helt tað vera eitt fantastiskt hugskot, hjá fyrrverandi amerikanski forsetanum, Donald Trump, tá hann segði, at USA vilja keypa Grønland. Hetta skrivar amerikanski tíðindamiðilin thedailybeast.com.
- Eg helt tað vera eitt einastandandi hugskot, tí hann er ein handilsmaður. Og vit vita, at Danmark ikki hevur ráð at menna ella verja Grønland, soleiðis segði Carla Sands í samband við republikanska senatvalið í Pennsylvania.
Carla Sands stríðist í løtuni í amerikanska senatvalinum fyri at sleppa inn í senati enn eina ferð. Carla Sands var sendikvinna í Danmark í tíðarskeiðnum, frá 2017 til 2021, tá Donald Trump var forseti í USA.
Í august 2019 var váttað, at táverandi forsetin, Donald Trump, kannaði møguleikar fyri, hvussu USA kundi keypa Grønland frá Danmark.
Handilsætlanin hjá Trump fekk øði í donsku politikkarnar, millum annað kallaði forsætisráðfrúuna, Mette Fredriksen, hugskotið fyri “absurd”.
Eftir hesa viðmerking frá Mette Fredriksen, so avlýsti Donald Trump sína almennu vitjan, sum eftir ætlan skuldi vera í septembur 2019.
Carla Sands var eisini á vitjan í Føroyum nakrar ferðir í síni tíð sum sendikvinna. Summi minnast kanska sjónbandið, tá hon rann undan einum tíðindafólki hjá Kringvarpinum í Norðurlandahúsinum, sum ynskti at gera eina samrøðu við henni. Hetta var í tí tíðarskeiðnum, tá Carla Sands var komin í brennidepilin eftir at koma við skeivum ákærum um valsvik undir forsetavalinum í USA.