California: Nú kunnu bilar koyra uttan førara

Í Amerikanska statinum California verður tað nú møguligt hjá fyritøkum at royna sjálvkoyrandi bilar úti á vegnum, uttan at...

Alda Nielsdóttir
27. februar 2018 kl. 10:30

Í Amerikanska statinum California verður tað nú møguligt hjá fyritøkum at royna sjálvkoyrandi bilar úti á vegnum, uttan at nakar noyðist at sita í førarasetrinum.

California fer í næstum at strika kravið um, at øll sjálvstýrandi akfør skulu hava ein persón í førarasetrinum at taka yvir, um vandi er á ferð. Tað varð kunngjørt ígjár, og nýggja lógin verður galdandi frá 2. apríl.

California hevur givið 50 fyritøkum loyvi til at royndarkoyra sjálvkoyrandi akførini í statinum. Nýggja lógin krevur eisini, at fyritøkurnar kunnu fjarstýra akfarinum, og at tær samskifta við løgregluna og bilførarar, um okkurt er galið.

Ein fyrimunur við sjálvkoyrandi bilum er, at teir ikki eru ávirkaðir av avmarkingunum hjá menniskjum, so teir millum annað kunnu koyra 24 tímar út í eitt. At taka fólk úr førarasetrinum er eitt stórt stig móti rættiligum sjálvkoyrandi bilum.

Kelda: Berlingske, New York Times.