Býurin svimur í rúsevnum

Støðan við rúsevnum er upp á allar mátar broytt hesi seinastu árini – til tað verra. Tað heldur Arnar Lognberg, sum í 11 ár hevur verið duravørður á ymsum dansistøðum og náttklubbum í Havn

Ingolf S. Olsen
28. november 2020 kl. 12:29

Í løtuni svimur Havnin í rúsevnum, og prísurin er í botni. Tað sigur Arnar Lognberg, sum í 11 ár hevur verið partur av náttarlívinum í høvuðsstaðnum sum duravørður á ymiskum dansistøðum og náttklubbum.

- Eg veit ikki hví, men tað sær út til, at tað ongantíð hevur verið lættari enn akkurát nú at fáa fatur í rúsevnum, sigur hann.

Púra opinlýst
Rúsevnamarknaðurin og eisini sjálv nýtslan av rúsevnum er nógv broytt ígjøgnum tey 11 árini, Arnar Lognberg hevur kunnað eygleitt býarlívið sum duravørður.

- Tað eru nógv fleiri sløg av rúsevnum nú, og tað eru eisini fleiri, sum brúka tey. Men størsta broytingin er helst hugburðurin. Fyrr goymdu fólk seg á vesinum ella í krókum og skotum, tá tey tóku rúsevni, men nú verður tað gjørt meira og meira opinlýst. Tað kemur meira enn so fyri, tá eg eri til arbeiðis sum duravørður og fari út um at fáa mær ein royk, at onkur so stendur har og roykir hasj. Og eg havi eisini sæð fólk sniffað ein bana á vesinum. Tey leggja líka í, um nakar sær tey gera tað, sigur hann.

Í grannalondunum verða rúsevni og rúsevnasøla ofta knýtt at fólki, sum sjálv eru við til at mynda náttarlívið – at fólki, sum kanska sjálv reka náttklubbar og dansistøð. Men soleiðis er ikki í Føroyum, sigur Arnar Lognberg.

- Nei tíbetur. Allastaðni, eg havi arbeitt, hevur tað verið ein standandi ordri, at rúsevni eru strangliga bannað, og tað verður ringt eftir politinum, um vit síggja nakran brúka ella selja rúsevni, sigur hann.