Besta svenska hondbóltdeildin fær ein føroyskan spælara aftrat næsta ár, tá Óli Mittún flytir til IK Sävehof. Har skal hann spæla saman við systkinabarninum Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Óli Mittún sigur, at hann er spentur upp á uppgávuna og fer allarhelst til Svøríkis í august aftaná landsliðsuppgávur í summar. Talan er um ein sáttmála, har Óli skal venja fast við besta liðnum, meðan hann útviklar seg fyrsta árið.
- Eg skal venja við besta liðnum og eftir ætlan spæla við tí næstbesta og verða við tí besta liðnum onkuntíð eisini, greiðir Óli frá, sum sigur at ein menningaræltan fylgir við sáttmálanum.
- Eftir ætlan skal eg so líðandi verða meira við besta hópinum næsta árið, greiðir hann frá.
Óli Mittún hevur, hóast hann bara er 16 ára gamal, verið ein av mest eyðsýndu spælarunum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum H71, sum liggur fremst í deildini. At hann, eins og beiggin, Pauli Mittún, sum skrivaði undir við norskt felag fyrr í ár, fór at royna seg uttanlands, hevur eisini verið roknað við. Og Óli hevur verið í sambandi við felagið í nærum eitt ár - síðani landsliðið hjá árgangi 02 var á Scandinavian Open í fjør.
- Eg veit, at teir hava skemtað við, at eg fintaði ein av spælarunum hjá teimum á reyvina, sigur hann, sum skemtiliga heldur fyri, at áhugin byrjaði við fintuni.
Men Óli hevur eisini fingið góð ráð frá systkinabarninum.
- Eg havi sæð fleiri dystir í ár, og tá mítt systkinabarn Elias eisini spælir við felagnum, hevur hann eisini viðmælt mær at koma til Partille og sagt, at felagið tekur sær væl av ungum spælarum, umframt at samanhaldið eisini er gott, sigur Óli við heimasíðuna hjá felagnum.