Byrgingin liggur undir í sjóroki - sera ringt at koyra

Út á seinnapartin minkar vindurin - men tá er vandi fyri hálku

sansmynd
Áki Bertholdsen
31. januar 2024 kl. 10:32

Tað eru sera ring koyrilíkindi um alt landið. Tað sigur Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Hann sigur serliga um byrgingina um Haraldssund er ringt at koyra, tí hon liggur undir í sjóroki.

Annars er kolandi stormur, serliga í hæddunum. Og harafturat regnar tað illa fleiri staðni.

Landsverk sigur, at tey hava ikki fingið frætt um nøkur óhapp uttan onkrar typtar rennur og tað hava tey so fingið í rættlagaftur.

Árni Olsen fæst ikki at siga, at tað ikki er koyrandi, tí hjá tí, sum treiskast, ber so nógv til. Men hann heldur kortini at fólk eiga at brúka vit og skil.

Tað gera tey allarflestu tí hann sigur, at tað er ógvuliga langt ímillum bilarnar í morgun.

Eftir veðurforsøgnini verður tað ringast um døgurðaratíð, so minkar vindurin aftur. Men afturfyri verður tað kaldari og tað kann gott koppa tann vegin, at tað verður hált.

– Vit eru í hvussu so fyrireika upp á tær støður, sum koma, sigur Árni Olsen.