Ein nýggjur heilsuskúli eigur at verða gjørdur í Hoydølum. Tað heldur býráðslimurin í Havn, Kári Johansen.
Heilsuskúlin er í Suðuroy, men tað eru ikki so fá, sum halda, at tað er ein trupulleiki, tí fólk fáast ikki at fara til Suðuroyar at fara ú skúla.
Serliga hevur hetta kjakið vundið upp á seg nú tað varð greitt, at tað eru ikki nokk av umsøkjarum til at fáa eina flokk av heilsurøktarum.
Í einum lesarabrævi á www.in.fo heldur Kári Johansen, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin, at loysnin uppá trupulleikan er at flyta norður um.
Hann heldur at gamli sanatoriu-bygningurin í Hoydølum, hevði verði ein góð staðseting til nýggjan heilsuskúla.
– Her hevði borið til at samantvunnið heilsuskúlan við eitt hospice, sum er ein stovnur fyri ólekiliga sjúk fólk.
– Ein av stóru trupuleikunum við manglandi umsøkjarum til heilskúlan í Suðuroynni er, at skúlin liggur ov langt frá fjøldini, sigur Kári Johansen.
Tí heldur hann, at skúlin skal verða meiri atkomiligur og tí eigur hann at verða lagdur í miðstaðarøkinum.
Hann vísir á stóra tørvin á starvsfólki í eldrarøktini og hann heldur, at tað fyrsta treytin fyri at fáa fleiri at søkja inn á heilsuskúlan, er at leggja hann í miðstaðarøkinum, sigur hann í greinini á www.in.fo.