Tórshavnar Býráð vil nú fáa heimild frá Landsstýrinum at gera reglur fyri, hvussu farast skal frá, tá ið fólk leiga út til ferðafólk ígjøgnum Airbnb, ella upp á aðrar mátar.
Tað koma alsamt fleiri ferðafólk til Føroya og hetta ávirkar útboðið av bústøðum og somuleiðis ávirkar tað trivnaðin í grannaløgum, har nógvir bústaðir verða leigaðir til ferðafólk.
Samstundis verður staðfest, at tann størsti samfelagsligi trupulleikin vit hava yvirhøvur, er, at íbúðarneyðin er so stór, at tað forðar fyri fólkavøkstri. Tað er eisini ein stór orsøk til trotið á starvsfólkum í vinnuni, umframt at tað er so dýrt at seta búgv, at tað er bara fyri tey vælbjargaðu.
Býráðið staðfestir, at fleiri hús í Havnini standa tóm, men fleiri av teimum verða brúkt til at leiga til ferðafólk.
Eisini verða nýggjar íbúðir bygdar og keyptar við tí endamáli at leiga út til ferðafólk.
Býráðið sigur, at sambært Airbnb høvdu tey einar 1.000 bústaðir í Føroyum til leigu til ferðafólk. Og talið er vaksið skjótt, tí í 2017 lá talið á 306 leigumálum, og í 2022 var talið komið upp á 702 leigumál.
Men her eru ongar reglur fyri, hvussu farast skal fram í hesum sambandi og tí vil býráðið nú fáa heimild frá Landsstýrinum at seta reglur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið bústaðir verða leigaðir til ferðafólk.
Tey nevna nakrar møguleikar:
– Fyri at fyribyrgja, at leiga til ferðfólk økir bústaðarneyðina, kann hámark verða sett fyri, hvussu nógvar dagar um árið tað er loyvt at leiga til ferðafólk, ella hvussu stóra inntøku tað er loyvt at hava av slíkum virksemi, soleiðis at tað ikki loysir seg ov væl, samanborið við at langtíðarleiga bústaðin til fólk.
– Fyri at forða spekulatión á bústaðarmarknaðinum, sum ikki gagnar vanliga fólkinum, kann bústaðarskylda verða ásett - ella strangari krøv til tey, sum leigan ogn nummar tvey út.
– Ein møguleiki er eisini at lata grannafeløg og eigarafeløg, ella kanska staðbundnar nevndir, seta krøvini. Hóast tað er trupult at tryggja sær, at reglur verða hildnar, er tað har, kjakið um hesi viðurskifti, eigur at vera, tí tað er sera ymiskt, hvussu hetta ávirkar ymisk grannaløg.
– Fyri at tryggja sær, at reglurnar verða hildnar, kann tað verða eitt krav, at tey, sum leiga út til ferðafólk, skráseta seg hjá myndugleikanum.
Undir øllu umstøðum skulu loysnir finnast í samráð við fleiri áhugapartar, ikki minst við teimum, sum leiga út til ferðfólk og sum veita eina tænastu í ferðavinnuni, sigur býráðið.