Tórshavnar kommuna ætlar at keypa Kondittaríið. Tað sigur býráðið í tíðindaskrivi í morgun.
Gamla Kondittaríið lat upp í 1925 og tað er mitt í hjartanum í Havn. Tað er ein býarmynd tey flestu kenna, og sum fleiri hava vitjað gjøgnum tíðina. Men eyðkendi bygningurin er ringum standi, og ætlanin var annars at taka bygningin niður.
Men nú ætlar Tórshavnar kommuna at keypa bygningin og gera neyðugu ábøturnar, so at bygningurin aftur kann vera eitt stað, har fólk savnast.
– Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit varðveita og hjúkla um søguna, mentanina og dámin í miðbýnum, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Býurin er gamal, men ansa vit okkum ikki, hvørvir søgan skjótt. Við hesum tryggja vit, at tey hugnaligu, eldru og smáu húsini í okkara gongugøtu verða varðveitt, og tað fegnist eg um, leggur hon afturat.
Húsini, sum vit kenna sum Kondittaríið, vóru upprunaliga eini sethús, sum Frants Restorff keypti fyri 5.000 krónur í 1915. Nøkur ár seinni - í 1925 - lat Kristina Restorff Restorffs kondittarí upp á "Glade Hjørn".
Síðani hava nógv fólk hava gingið gjøgnum eyðkendu hurðina við høvuðsinngongdina og inn á gólvið á Kondittarínum – eitt stað at hittast og práta um leyst og fast.
Síðani er virksemið í bygninginum broytt, og seinast hevur ein klædnahandil hildið til í húsinum.
Samleikaskapandi bygningar
Tað hevur alstóran týdning at varðveita nøkur av smáu húsunum í miðbýnum fyri at tryggja ein fjølbroyttan miðbý við pláss fyri bæði søguligum og nýggjum. Tað eru eisini viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri samleika og ljósviðurskifti í gøtuni.
Gamla Kondittaríið liggur við framsíðunum móti gongugøtuni og túninum aftanfyri, ið nevnist “Lítla tún”. Virksemi í bygninginum skal vera útvent, eins og tað altíð hevur verið.
Umframt at endurbøta bygningin, er ætlanin at varðveita skapið av mønutekjuni og at varðveita úthurðina.
Neyðugt er eisini at skifta klimaskerm, vindeygu og at skifta klædning.
Ein partur av útbygninginum stendur inni á grannamatriklinum, og verður tí neyðugt at taka útbygningin niður.
Tey, sum eiga Kondittaríið hava bjóðað kommununi at keypa bygningin fyri 5,95 millilliónir - og tað er íroknað niðurtøku av uppíbygningi og høvuðsumvæling av klimaskerminum.