Býráðið játtaði 3 mió til Varpið

Eftir ætlan verður bygningurin yvirtikin um mánaðarskiftið

klaksvik.fo
26. januar 2024 kl. 15:59

Á býráðsfundi í gjár valdi Klaksvíkar býráð at fylgja tilmælinum hjá mentanarnevndini, um at játta 3 mió. kr. í stuðli til Vaprið. Grunnurin Mentanarhúsið hevði annars søkt um stuðul á 5. mió. kr.

Í skrivinum til býráðið stóð, at grunnurin hevði vónað at fingið fígging frá løgtinginum, men sum kunnugt fyriliggur ongin fígging á fíggjarlógini í 2024. Tí hevur býráðið nú játtað eina eykajáttan, soleiðis at verkætlanin kann førast á mál.

Eftir ætlan verður bygningurin yvirtikin 31.01.2024, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.