![](/assets/articles/skalatrod-parkering.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt av at avmarka langtíðar-parkeringina á Skálatrøð.
Tilsamans eru 207 parkeringspláss á Skaáltrøð har tað er loyvt at parkera í átta tímar um dagin, tað vil siga, yrkadagar í tíðarskeiðinum ímillum klokkan 9 til 18.
Men herfyri tók býráðið 24 básar og gjørdu teir til stutt-tíðar parkering, har tað var loyvt at parkera í tveir tímar. Talan var um eitt øki niðast við, útímóti handlinunm hjá Waldemar Lützen.
Tá var grundgevingin, at endamálið var at geva teimum betri møguleikar, ið hava tørv á parkering í styttri tíð á Skálatrøð, til dømis táið báturin skal pumpast, ella tá ein skal á matstovu ella til handils
Tað er tað litaða økið niðast á myndini, sum nú er lagt um til stutt-tíðar parkering
Men nú hevur býráðið so samtykt at taka 10 parkeingspláss afturat til stutt-tíðar parkering í tveir tímar og tey liggja í sama øki, sum tey fyrru.
Sostatt eru tað nú 34 parkeringspláss á Skálatrøð, sum eru til stutt- tíðar parkering. Sostatt eru tað nú 173 parkeringspláss, har tað framvegis er loyvt at seta bilin í átta tímar.