Bygging: Meira praktiskt at velja lokalar fyritøkur

Tað er einki sum bendir á, at fyritøkur uttanfyri Tórshavn sleppa fram at stóru verkætlanunum í býnum. 

Georg L. Petersen
29. desember 2016 kl. 14:49

Sambært borgarstjóranum eru hópin av fyritøkum í kommununi sum kappast, og tað er meira praktiskt at velja lokalt

- Tað er ikki beinleiðis nøkur avgerð um at velja lokalar fyritøkur til arbeiði í Havn, men tað er meira praktiskt. Tað eru einar tjúgu fyritøkur sum kappast, og einar tríggjar til fýra verða valdar út at bjóða hvørja ferð. Tað er nógv skjótari at fáa fatur á teimum, og vit kenna tær eisini væl. Umframt hetta kunnu verkætlanirnar eisini vera so stórar, at milliónatrygdir verða kravdar, og tá eru tær størstu fyritøkurnar her, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðsstaðnum.

Tað var í blaðnum fyri jól, at tveir handverksmeistarar uttanfyri Havnina vístu á, at tað var vónleyst at fáa arbeiði í Havn og í Klaksvík, tí kommunurnar valdu bara lokalar fyritøkur at kappast um arbeiði hjá kommununi. Landsverk valdi eisini bara lokalt, alt eftir hvar byggjast skuldi. Hetta mettu fyritøkurnar var beinleiðis kappingaravlaging, og hvørki gott fyri vinnu ella príslegu, tí kappingin var ov lítil. Hon elvir eisini til sera óstøðugt arbeiði hjá teimum, sum ikki hava adressu í størstu kommununum í landinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísir á, at lokalu fyritøkurnar í høvuðsstanum eisini fylgja væl við hvørjar verkætlanir eru í umbúna, og aktivt uppsøkja kommununa eftir arbeiði og vísa áhuga. Tað ger eisini mun. Hann heldur eisini, at um allar verkætlanir skulu bjóðast út í fría kappping, er tað alt ov tíðarkrevjandi at kanna fyritøkurnar og teirra førleikar – heldur kommunan seg til tað lokala og kenda gongur alt nógv lættari.

Tað er bara eitt, sum kann seta hol á vegin inn um kommunumark fyri fyritøkur uttanfyri Havnina.

- Er tað so, at fyritøkurnar í Havn hava so nógv at gera, at tær ikki megna at bjóða, mugu vit leita eftir øðrum. Men soleiðis er støðan ikki í løtuni, sigur hann.

Vit royndu at fáa fatur á Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, og Ewaldi Kjølbro, stjóra í Landsverki – hvørgin teirra svaraði telefonini. Vónandi fáa vit teir við í komandi blað, tá vit fylgja málinum upp.