Bygdin skal fyrireikast til burðardygga ferðavinnu

Kommunuval 2024: Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
26. mai 2024 kl. 09:30

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- At vit komu í gongd við eina risastóra smoltstøð. Síðani stóra verkætlanin á Mølini innan ferðavinnu. Ferð er eisini sett á íbúðarbygging saman við MARK, og MBM fer eisini undir osta- og ísframleiðslu.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Drúgva tíðin við Lívfiskastøðini grundað á spurningin um hvør eigur vatnið í Føroyum.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Búðstaðarmøguleikar fyri ungar familjur, við kappingarførðum prísum. Somuleiðis barnagarður og fríðtíðarskúli til nýggja ættarliðið. Økir til vinnulív, og bygdin fyrireikast til burðardygga ferðavinnu.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

Hevði ikki hug at svara spurninginum.