Bygdaleiðir avlýsa fyri veður

Bygdaleiðirnar 600 og 601 og leiðirnar 410 og 506 koyra ikki í løtuni orsakað av ringa veðrinum í dag. Fleiri avlýsingar kunnu koma, boðar Strandferðslan frá.

Katrin Erlendsdóttir
23. januar 2022 kl. 14:11

Veðrið leikar í í dag, og fyri veður er tí eingin koyring á leið 600 millum Skopun og Skálavík og á leið 601, ið er Dalur-Sandur (Skopun). Koyrt verður aftur úr Skopun klokkan 16.30., upplýsir Strandferðslan

Eisini leið 410, ið er galdandi fyri Fuglagjørð-Gøtudal-Klaksvík, liggur still í dag fyri veður.

Leið 506, ið vanliga koyrir millum Trøllanes og Syðradal koyrir heldur ikki í dag, og Strandferðslan boðar frá, at umframt hesar kann roknast við øðrum broytingum ella avlýsingum í ferðsluni á oyggja- og bygdaleiðum í dag.