Nú verður loksins sóknast eftir nýggjum stjóra.
Nýggi stjórin skal brenna fyri at menna føroyska bústaðarmarknaðin og at gera hann fjølbroyttari. Stjórin í Bústøðum hevur evstu leiðslu og fíggjarligu ábyrgdina um hendi.
Bústaðir hevur sum nú er 458 leigumál í rakstri, og slakir 200 nýggir bústaðir eru í gerð.
Løgtingið veitti í seinastu viku Bústøðum heimild at læna 350 mió. kr. afturat at byggja fyri. Harumframt varð samtykt, at Bústaðir hevur heimild at læna pening frá útlandinum, umframt at felagið kann stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommununum.
Mikið orðaskifti hevur seinastu tíðina annars verið um bústaðarfelagið og leiklut og samleika tess, sum av álvara er komið ovast á politisku dagsskránna.
Nýggja stjórastarvið hevur umsóknarfreist 16 juni 2024.
Virkandi stjóri í Bústøðum er Hjørdis Gaard Lailudóttir.