Hey, eg eiti Milia Egilsnes Anda, og til hetta kommunuvalið í Tórshavn kommunu stilli eg aftur upp fyri Javnaðarflokkin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at eg stilli upp – eg royndi meg eisini í 2020, tó uttan at sleppa inn, men hetta hevur bara styrkt mítt áhaldni. Bústaðir er mít hjartamál, og tað havi eg stríðst fyri í nógv ár, bæði privat og gjøgnum áhugafelagið Búgva og Búgva Ung.
Síðan 2016 havi eg arbeitt fyri at bøta um bústaðarviðurskiftini í Føroyum. Eg havi vitjað Løgtingið fleiri ferðir í samband við hoyringar um lógaruppskot viðvíkjandi bústaðir. Eg tosaði við Trivnaðarnevndina í 2019, við Rættarnevndina í 2021, og í 2024 við Fíggjarnevndina. Hvørja havi gjørt vart við týdningin at hava fjølbroyttar bústaðir, serliga til lág- og miðal lønt.
Í Tórshavn kommunu er stórur tørvur á fleiri bústaðarmøguleikum, sum taka hædd fyri ymiskum aldursbólkum og tørvum. Hetta er eitt langtíðararbeiði, sum krevur ein varandi innsats, og við mínum royndum og áhuga fyri bústaðarmálum vil eg arbeiða fyri, at býráðið leggur eina greiða ætlan fyri fleiri fjølbroyttar bústaðarmøguleikar – harímillum leigubústaðir, ungdómsbústaðir, lestrarbústaðir og bústaðir til fólk yvir 60.
Eg vil tryggja, at Tórshavn kommuna verður ein kommuna fyri øll, við at skapa virðilig bústaðarviðurskifti til bæði tey ungu, familjur og eldri.
Velur tú meg, fært tú ein kempara sum hevur viljan og innlit í hvat skal gerast fyri at lofta bústaðarneyðini. Eg eri tilreiðar at føra mítt arbeiði víðari inn í býráði.
Milia Egilsnes Anda
Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráði