Bústaðir, bústaðir og bústaðir

Eg eiti Milia Egilsnes Anda, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu tí bústaðarviðurskiftini eru als ikki nøktandi.

Milia Egilsnes Anda
2. oktober 2024 kl. 12:00

Góði veljari

Bústaðarneyðin bara versnar. Tað er ein ovurstórur trupulleiki, at vit útflyta okkara lágløntu og okkara ungu! Fólkatalið heldur fram at veksa, hóast vøksturin nú er lítil, samanborið við tey seinastu árini. Tað eru alsamt fleiri føroyingar sum flyta av landinum, ímeðan fleiri útlendingar flyta til Føroyar. Tí hava vit tørv á ítøkligum loysnum nú! 


Tey, ið ikki sleppa framat hjá felagnum Bústaðir í dag, mugu búgva hjá familju, leiga í einum kjallara, ella flyta av landinum. Og sjálvt tey, sum sleppa framat hjá Bústøðum ella hjá privatum leigubústaðarfeløgum, mugu gjalda okursprísir fyri tað. Hetta er ikki ein haldgóð loysn!


Fólkaflokkurin í Tórshavnar kommunu heldur, at loysnin til at basa bústaðartørvinum er at útstykkja fleiri grundstykkir. Tað er als ikki nøktandi, trupulleikin er størri enn so. Hvat skulu fólkini gera, ímeðan tey bíða eftir hondverkarum? Sova í soviposum á sínum lekkra stóra grundstykki, ið tey næstan ikki hava ráð at byggja á, tí at leigukostnaðurin er ovurstórur.


Verandi støða er sera ótrygg fyri allar partar. Tað gongur út yvir trivnaðin hjá børnum, ungum, familjum og eldri ikki at hava nøktandi bústaðarumstøður. Eg ynski, at einki barn skal uppliva sviðan av ikki at vita, hvar tey skulu búgva í morgin. 


Eg fari at arbeiða fyri, at Tórshavnar kommuna til fulnar nýtir sína heimild at byggja lestrarbústaðir, bæði til støk og familjur, eldra íbúðir til 60+ og lutaíbúðir. Nýggi møguleikin hjá kommununum er at at verða við í leigubústaðarfeløgum til allar aldursbólkar, og tað skulu vit í Tórshavnar kommunu í holt við sum skjótast! Tí her kann kommunan regulera og hava eftirlit við prísinum sjálv.


Eg trúgvi uppá, at tað at hava ein bústað, er ein mannarættur, og tí skulu allir borgarar í Tórshavnar kommunu kunnu leiga ella eiga ein bústað, sum tey hava ráð til.


Komandi tíðina fari eg at leggja ymiskar loysnir út til, hvussu vit loysa bústaðartørvin í Tórshavnar kommunu. 

Til tá hevði eg verið sera fegin at hoyrt frá tykkum, hvat tit halda kann gerast betri í kommununi. 


Við javnaðarkvøðu Milia Egilsnes Anda