Egnar upplivingar.
Eg havi flutt nógv sum barn, bæði uttanlanda og í Føroyum. Tá eg byrjaði á Glasir sum 16 ára gomul, flutti eg heimanífrá í eitt kamar hjá Bústaðir undir Fjalli í Havn. Bústaðir gav mær møguleikan at hava ein fastan bústað í fleiri ár, sum eg allarhelst ikki hevði kunna hjá privatum útleigarum. Hendan møguleikan ynski eg at øll ung, óansæð kor, skulu fáa.
Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll!
Eg eri ung, kvinna, lesandi og politisk virkin her í kommununi. Nógv hava spurt meg, hví eg akkurát vil í býráðið at stríðast fyri bústaðir. Tey siga, at stríðið er vónleyst, og óansæð, hvussu nógv valevnini lova, endar bústaðarpolitikkurin altíð niðast í bunkanum, tí býráðið heilt einfalt ikki ynskir ein kommunu fyri øll. Og tað nógv sum bendir á, at so er. Men nú skal venda koma í. Hetta er júst orsøkin til, at eg bjóði meg fram.
Vantandi vilji.
Heildarætlanir og fínir bóklingar kunnu ikki fjala tað, sum veruliga bagir í býráðssalinum: Viljin er barasta ikki til staðar. Onkuntíð ivist eg í, um býráðspolitikarar vita, hvat tað merkir at vera heimleysur. At vaksa upp uttan fastan bústað. Ella at muga flyta av landinum fyri at finna ein bústað fyri ein sømiligan prís. Líkamikið hvussu langur bíðilistin hjá Bústøðum er, tykist bústaðarpolitikkurin altíð at enda aftast í røðini.
Handling má til.
Tørvurin hjá borgarunum broytist, og tað skal avspeglast í bústaðarmynstrinum. Setrið fær alsamt fleiri útbúgvingar at velja ímillum, men kortini velja tey ungu at fara uttanlands at lesa. Og ein av orsøkunum er, at tey ynskja at búgva fyri seg sjálvi, men tað er ikki gjørligt í Føroyum. Við fleiri lestraríbúðum tryggja vit okkum, at tey ungu verða verandi her. Harumframt vilja tey eldru úr sínum stóru húsum, tí tey orka ikki at halda tey sjálvi. Vit skulu hava fleiri íbúðir til eldri og stuðla undir at byggja búfelagskapir til 60 +. Samstundis hava vit eitt vaksandi tal av lágløntum húskjum, sum flyta frá leigubústað til leigubústað og hava lítlan kjans at finna støðufesti. Tað skal broytast!
Hvat kann gerast nú.
Bústaðarskylda er nakað sum kommunan kann áseta í morgin! Tað hevur við sær, at tóm hús vera útleigaði. Somuleiðis skal tænastugjald innførast á tóm hús soleiðis, at kommunan ikki missur pengar av at veita tænastur til summarhús og bygningar sum vera brúktar til, eitt nú, airbnb. Kommunan skal eisini brúka sín rætt til at umskipa og brúka tómar bygningar til bráðfeingis bústaðir.
Langtíðarloysnir er vegurin fram.
Kommunan skal arbeiða við langtíðarloysnum á bústaðarøkinum; ikki bara 4 ár fram. Vit eru noydd at gera eina heildarætlan langt fram í tíðina, við at seta sum mál at byggja 1200-1500 fjølbroyttar bústaðir yvir 15 ár, soleiðis at óansæð hvør situr í býráðssalinum, er borgarin altíð tryggjaður fjølbroyttar bústaðir. Kommuna hevur nú heimild til at byggja íbúðir til øll og tað skal gagnnýtast! Men uttan handling eru ætlanirnar einki betur enn glansbílætabóklingarnir hjá kommununi.
Hvussu verður tað fíggja.
Nógv fólk spyrja hvussu hetta skal fíggjast. Fyri meg er tað ein einføld loysn: á samað hátt sum tær ovurdýru ítrottarhallirnar - við skattapengum og stuðul frá privatum íleggjarum, fondum, stovnum og felagsskapum. Tá kommunan klárar at skræva milliónur omaná milliónur saman til fínar hallir og svimjuhyl, so ber eisini til at finna fígging til fjølbroyttar bústaðir.
Vel ein kempara.
Eg vil vera tann, sum krevur, at Tórshavnar kommuna ikki verður latin upp í hendurnar á bústaðarspekulantum. Bústaður er ein mannarættur; ikki ein handilsvøra á fría marknaðinum. Tí tá eru tað ikki øll sum hava somu møguleikar. Býurin skal vera fyri øll – eisini ung, gomul og vanlig arbeiðsfólk. Tað sigi eg, tí at eg meini tað. Eg veit hvat tað merkir at ikki vita, hvar eg búgvi um eitt ár. Framtíð mín, eins og hjá so mongum øðrum, avhongur í stóran mun av hesum valinum. Velur tú meg, velur tú ein kempara fyri fjølbroyttari bústøðum í Tórshavnar kommunu.
X við Miliu Egilsnes Anda