­Bussar og aðrir stórir bilar sleppa ikki longur við Smyrli

Teir skulu hava undantaksloyvi og nýggju treytirnar koma í gildið beint nú á midnátt í kvøld

Áki Bertholdsen
29. mai 2024 kl. 00:09

Undantaksloyvið, sum Smyril hevur fingið at flyta ferðafólk og bilar, verður nú broytt. Hesar síðstu dagarnir hava nógvir bilar verið við Smyrli til Suðuroyar at fylla tangan, tí nú er tað bara í Suðuroy at bensin og diesel er at fáa.

Men tað gav at bíta í kvøld, tá ið minst fimm stórir bussar úr komu suður við, einans við tí endamálið at fylla tangarnar, tí teir vóru skralltómir fyri fólk.

Strandferðslan sigur, at tí er undantakið hjá Smyrli nú broytt, soleiðis at stórir bussar, og stórir bilar annars, sleppa ikki við Smyrli uttan at teir hava fingið undantaksloyvi. 

Tað merkir, at bilar yvir sjey metrar skulu hava undantaksloyvi fyri at sleppa við og tað merkir so eisini, at bussarnir, sum eru komnir til Suðuroyar í kvøld, sleppa ikki norður aftur við Smyrli klokkan seks í morgin ári uttn so at teir hava fingið undantaksloysi frá fakfeløgunum, sum eru í verkfalli.