Búskapurin toldi væl korona-kreppuna

Bankarnir høvdu meira at standa ímóti við enn teir høvdu í 2008, og tá miðbankarnir samstundis oystu risaumpphæddir í umfar, so var hetta við til at tryggja, at heimurin hesaferð ikki endaði í einari kreppu

Sveinur Tróndarson
16. oktober 2020 kl. 15:30

- Alt kom øgiliga skjótt uppá pláss aftur. Nógv skjótari enn vit roknaðu við, tá korona-kreppan byrjaði. Tað er heilt vist ein av orsøkunum til, at vit ikki hava sæð – ella enn í øllum førum – allar teir nógvu húsagangirnar, sum tær mest svartskygdu metingarnar søgdu fóru at koma.

Tað sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, tá Dimmalætting biður hann seta orð á, hví búskapurin ikki fekk ein so stóran lúsing, sum fryktað varð fyri, tá korona-smittan gjørdi innrás.

Nógv betur enn væntað

Danski miðilin, Børsen, hevur í dag grein á heimasíðu síni, har tey millum annað tosa við stjórarnar í Fíggjareftirlitinum og Tjóðbankanum um evnið, og sambært Børsen sigur stjórin í Fíggjareftirlitinum eina orsøk vera, at peningastovnskervið er munandi sterkari í dag enn tað var til dømis í 2008, tá heimsbúskapurin fór í knæ.

- Og so er tað tann sannroynd, at bæði amerikanski tjóðbankin og tann evropeiski miðbankin hava oyst nógvar pengar út í fíggjarmarknaðirnar, og tað eru nú fleiri lánitilboð enn tað nakrantíð hava verið. Tað er heilt vist ein stór orsøk til, at tað gekk betur enn væntað sigur Jesper Berg sambært borsen.dk.

Karsten Biltoft, stjóri í Tjóðbankanum er samdur við stjóranum í Fíggjareftirlitinum:

- Høvdu miðbankarnir ikki brúkt henda møguleikan, so hevði støðan verið nógv álvarsligari, sigur hann.

Avleiðingar kunnu koma

Karsten Biltoft metir, at sjálvt um støðan er í løtuni er nógv betur enn fryktað varð fyri, so kann tað framvegis henda, at bankarnir fara at missa uppá kundar, sum fáa trupulleikar seinni.

- Tað er ikki óhugsandi, at niðurgongdin fer at hava tað við sær, at nakrir vinnukundar mugu steingja, men tað kunnu vit ikki siga nakað við vissu um enn. Men hesi tap hjá bankunum mugu ikki samanberast við eina fíggjarkreppu, sigur Karsten Biltoft.

Og Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, er samdur við tjóðbankastjóranum.

- Enn hava vit einki sæð, sum gevur ábendingar um eina stóra kreppu. Men vit vita, at onkur fiskavirkir framleiða til at leggja á goymslu, og sleppa tær ikki av við fiskin, so kann tað hava við sær, at tær koma undir trýst, sigur Søren L. Bruhn.

Alt var ókent

Tað kemur ikki óvart á stjóran í Suðuroyar Sparikassa, at gongdin bleiv betur enn væntað.

Stóra avbjóðingin í vár var, at eingin hevði ánilsi av, hvønn veg pílarnir peikaðu. Alt var ókent, og tí var vónleyst at siga nakað um nakað sum helst.

- Kursfallið á partabrævamarknaðunum hevði við sær, at vit eftir fáum døgum høvdu eitt kurstap uppá 800.000 krónur, men tað er alt vunnið innaftur við teimum kurshækkingum, sum hava verið í seinastuni, sigur Søren L. Bruhn.

Óttin fyri tí ókenda hevur tað við at ávirka fólk, og tað var eisini tað sum hendi í vár. Øll ræddust sjúkuna, sum eingin kendi til, men tað er broytt í dag.

- Tað var líka við, at fólk trúðu at tey doyðu um tey hugdu uppá onkran, sum var sjúkur. Man tosaði um sponsku sjúku og alt møguligt. Í dag eru 11 fólk sjúk og vit taka tað heilt róligt, sigur Søren L. Bruhn.

Hann vil ikki gita um, hvussu framtíðin verður, men hann vísir til frágreiðingina, sum Rådet for Afkastningsforventninger gav út fyrst í hesum mánaðinum.

- Forsøgnin hjá ráðnum sigur, at rentan helst verður lág í fleiri ár afturat, og heldur tað, so fara vit til dømis framvegis at síggja hækkandi húsaprísir. Tí er støðan nógv øðrvísi enn tað, sum fólk vóru bangin um, sigur Søren L. Bruhn.