Tað er í morgun at fólk rýma úr Rafah-býarpartinum, eftir at ísraelski herurin IDF heitti á íbúgvar í landsynningpartinum av Rafah um at lata seg burturflyta til sonevnd ”víðkaði humaniter øki” í Rafah slakar 7 kilometrar burturi, nu Ísrael fyrireikar hernaðaratsókn í økinum.
Samráðingar um eina vápnahvíld hava staðið á í fleiri vikur, men enn eru Ísrael og Hamas ikki komin ásamt. Ísraelski uttanríkismálaráðharrin Israel Katz skuldsetti í dag Hamas fyri at vísa aftur eitt uppskot um vápnahvíld. Og á sama hátt segði Hamas-leiðarin Ismail Haniyeh í gjár, at tað var Benjamin Netanyahu, forseti, sum hevði skyldina í teimum áhaldandi bardøgunum og at Netanyahu royndi at spilla friðarsamráðingarnar.
Umleið 1,2 milliónir palestinar metast at vera staddir í Rafah, eftir at vera flýddir undan bardøgum í øðrum pørtum í Gazageiranum.
Altjóða heilsustovnurin WHO ávaraði leygardagin um, at ein atsókn í býnum kann hava við sær "eitt blóðbað".