Bumbuhóttan á Billund Flogvølli
Fyrrapartin leygardag er mann í holt við at burturflyta ferðafólk av flogvøllinum. Øll flogferðslan er steðgað sum nú er.
Rúni Korsgaard
20. apríl 2024 kl. 13:57
Tað var eftir at Billund Flogvøllur fekk eina bumbuhóttan fyrrapartin leygardag, at mann hevur avgjørt at burturflyta ferðafólk og steðga allari flogferðslu.
Hetta vita fleiri danskir miðlar at siga frá í dag.
Eingin spreingin ella skaði er at boða frá.
Ein maður er tó handtikin og førdur burtur í handjørn av løgregluni.
Nær vanligi flogferðsluraksturin á Billund Flogvølli verður uppafturtikin er enn óvist.
Samskiftisstjórin hjá Billund Flogvølli sigur, at mann ger alt, mann kann, fyri at hjálpa myndugleikunum, so at terminalurin kann opnast aftur.