Í morgin kemur fimti partur av List í Støðum. Tað er dansarin, koreografurin og sjónleikarin Búi Rouch, sum er gestur. Hann bjóðar okkum á eina intima ferð til minnið um eitt hús, ið umboðar eitt heilt serstakt parlag í ungdómsárunum hjá Búa og hevur havt avgerandi leiklut í hansara lívi.
Búi Rouch er uppvaksin í Havn og hevur lisið sjónleik í London og dansiteatur í Keypmannahavn, áðrenn hann fór til Munchen at lesa samtíðardans á Iwanson International. Síðan tá hevur hann verið ein virkin aktørur í samtíðardansi í siðvenjuríka týska býnum, har hann hevur arbeitt við nógvum altjóða viðurkendum fólki í samtíðardansi, umframt at hann regluliga hevur verið í Føroyum og gjørt verkætlanir m.a. við Det Ferösche Compagnie og RIVA.
Nú hevur Búi so búsett seg aftur í Føroyum eftir eitt langt tíðarskeið í útlegd, og tað er eitt heilt annað samfelag, sum hann í dag flytur aftur til.
Hetta er næstseinasti partur í poddvarpsrøðini, sum Trygvi Danielsen hevur lagt til rættis.