Tá ið fótbóltskappingin var liðug, boðaði Búi Egilsson frá, at hann fór ikki at halda fram í NSÍ, og at hann fór at flyta til annað felag.
Í kvøld boðar EB/Streymur frá, at Búi Egilsson og felagið hava skrivað undir uppá, at Búi í 2025 fer at spæla við EB/Streymi. Heimavøllurin hjá EB/Streymi verður í 2025 í Hólmanum á Eiði.
EB/Streymur skrivar soleiðis:
EB/Streymur og 28 ára gamli suðuroyingurin, Búi Egilsson, hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum ger, at Búi komandi ár spælir í blásvørtu blusuni.
Offensivi leikarin hevur leikt yvir 300 dystir í Betrideildini og 1. deild og skotið 80 mál.
Vit gleða okkum at síggja teg í EB/Streymablusuni komandi ár og ynskja tær alt tað besta, skrivar EB/Streymur.
Síðsta kappingarár hevði Búi Egilsson ilt við at vinna pláss á liðnum hjá NSÍ. Sambært FaroeSoccer var hann við í 25 dystum. Í 21 av teimum var hann innskiftari.