Búðstaðir ætla at geva sjey fólkum sekkin

Meðan landsstýriskvinnan í bústaðarmálum verður vigað í politisku skipanini, hevur nýggi stjórin í dag givið sjey fólkum ætlanarskriv um uppsøgn

Jógvan Ósá hevur síðani 1. oktober í ár verið stjóri í Bústøðum
Jonhard Hammer
10. oktober 2024 kl. 16:31

Tað hevur verið turbolensur um Bústaðir, og tað er framvegis turbolensur um Bústaðir. Í dag hevur landsstýrismálanevndin fund, har svarskrivið hjá Ingelín Strøm verður viðgjørt. Svarskrivið er um fyribilsniðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, sum heldur, at Ingilín Strøm segði ósatt fyri tinginum, tá ið hon segði, at langtíðar fíggjarliga haldførið hjá stovninum ikki var hótt. Jacob Vestergaard kærdi landsstýriskvinnuna, og ein samd landsstýrismálanevnd gav kæraranum rætt.

Stutt áðrenn landsstýrismálanevndin fór á fund klokkan 14 bar in.fo tíðindini um, at nýggi stjórin í Bústøðum Jógvan Ósá í dag hevur givið sjey fólkum ætlanarskriv um uppsøgn. Tað er kent, at raksturin í Bústøðum er tungur, og tað er fyri at betra um raksturin, segði Jógvan Ósá seinnapartin við Kringvarpið.

Nýggi stjórin hevur borið skjótt at við uppsøgnunum, tí hann tók við starvinum nú 1. oktober.

Sambært in.fo er ætlanin at siga úr starvi tríggjar húsavørðar, ein byggifrøðing, tvey fólk á fíggjardeildini og eitt skrivstovufólk.

Tað starvast 16 fólk í Bústøðum.

Í nevndini fyri stovnin eru Teitur Samuelsen, formaður, Ingibjørg Berg, Maud Hilduberg, Rakul í Gerðinum og Petur Even Djurhuus.