Tað var lív í Bryggjuni í Runavík í morgun, tá ið nýggi Bónus-handilin lat upp fyri almenninginum klokkan 10.00.
Hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru nógv fólk møtt upp fyri at vera við til at hátíðarligu løtuna.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, helt røðu, har ið hann fegnaðist um, at enn ein nýggj og týdningarmikil fyritøka letur upp í kommununi.
Tónleikari Marius Ziska setti dám á løtuna við livandi tónleiki, og gestirnir fingu bæði kaffi og lagkøku, meðan børnini fingu Sunkist, bomm og ballónir.
Stemningurin var góður, og mong høvdu leitað sær á staðið fyri at vera millum tey fyrstu at vitja nýggja handilin.