Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá innbroti og stuldri. Brotið varð inn í tveir bilar á parkeringsplássinum uttan fyri Miðlon í Havn.
Løgreglan sigur, at í tí eina bilinum høvdu tjóvarnir brotið ein rút fyri at sleppa inn í bilin. Í hinum førinum veit løgreglan ikki, hvussu tjóvarnir sluppu inn í bilin, men hann kann hava staðið ólæstur.
Løgreglan sigur, at ymikt, sum lá í bilinum varð stolið, men tey kanna málið og kunnu ikki siga akkurát hvat.
Fólk høvdu eisini verið í Rúsuni, sum er í Miðlon, og har høvdu tey stolið rúsdrekka.
Tá ið hendingarnar vóru meldaðar, fór løgreglan skjótt á staðið og tað var skjótt, at tey tóku trý fólk í grannalagnum. Tey høvdu nakrar av stolnu lutunum uppi á sær.
Tey vórðu tikin við á støðina, og har vórðu tey skuldsett fyri innbrot og stuldur. Av tí at ein rútur var brotin, fáa tey eisini eitt endurgjaldskrav.