Danska flogvápnið fer nú undir eina tilgongd at selja fleiri av F-16 stríðsflogførunum í flotanum.
Danmark hevur longu tikið avgerð um at skifta flotan út við nógv útskeldaða F-35 stríðsflogfarið hjá Lockheed Martin, og tí er eisini neyðugt at sleppa sær av við gamla F-16 flotan, ið hevur verið partur av danska flogvápninum síðan 1980, sigur DR.
Danska flogvápnið hevur í dag 43 F-16 stríðsflogfør, og við teimum dagføringunum, sum flogførini hava fingið, hava tey eina livitíð á 6.500 tímar.
Tað eru kortini ikki øll teirra, ið eru slitin upp ella sum hava flogið allar hesar 6.500 tímarnar, og tí ætlar danska flogvápnið at selja stríðsflogførini til onkran áhugaðan keypara.
Mett verður, at millum 16 og 24 av F-16 flogførunum eru egnað til sølu, og um alt gongur sum ætlað, verður longu farið undir at selja tey fyrstu átta komandi ár.
Casper Børge Nielsen frá Materielstyrelsen sigur við DR, at samanborið við onnur F-16 stríðsflogfør á marknaðinum, eru donsku stríðsflogførini í rættiliga góðum standi, og tí væntar hann, at Danmark fer at fáa nakrar hundrað milliónir krónur fyri brúktu flogførini.
Tað er ikki bara sum at siga tað at selja brúkt stríðsflogfør. Fyrst og fremst skal Danmark finna ein áhugaðan keypara. Danska løgmálaráðið og løgreglan skal eisini geva Materielstyrelsen loyvi til útflutning, umframt at verjumálaráðharrin skal meta, um sølan samsvarar við tær ábyrgdir, ið Danmark hevur átikið sær á altjóða pallinum.
Av tí at Danmark keypti stríðsflogførini sum endabrúkari frá USA, skal víðarisølan eisini góðkennast av USA.
At enda skulu donsku flokkarnir handan verjuavtaluna góðkenna søluna.
Danmark hevur gjørt av at skifta flotan út við F-35 stríðsflogfør. Verkætlanin at menna F-35 flogførini hevur annars verið fyri hvøssum atfinningum, tí at verkætlanin hevur drigið út ferð eftir ferð, og tamarhald hevur ikki verið á útreiðslunum handan menningina av F-35 flogførunum, sum væntandi fer at kosta 1,7 billiónir dollarar, til F-35 flogførini í framtíðini verða skift út.
Danska flogvápnið selir kortini ikki øll F-16 flogførini, fyrr enn nýggja F-35 flogførini eru tøk, og hædd er tikin fyri seinkingum, sigur Casper Børge Nielsen.