Misbrúka Strandferðsluna til at snýta fólk við

Strandferðslan ávarar ímóti svikarum

Áki Bertholdsen
2. september 2024 kl. 11:12

Nógv hava kallað tað eitt stórt framstig, at Google nú eisini kann umseta til føroyskt. Men vansin er, at tað vita svikarar eisini og í seinastu eru fleiri dømi um, at svikarabrøv verða skrivað á føroyskum í eini roynd at lumpa pengar frá fólki.

Kortini er tað - í hvussu so er enn - ein fyrimunur, at tað føroyska málið er so hjálparleyst, at tað er skjótt at síggja, at tað eru ikki føroyingar, sum hava skrivað tað.

Og aftur nú verður ein roynd gjørd at lumpa pengar frá føroyingum. Hesa ferð er tað Strandferðslan, sum verður misbrúkt til endamálið.

Soleiðis sær tann falska síðan út

Í hesum sambandi eru falskar lýsingar, sum skulu eitast at vera frá Strandferðsluni, at síggja á Facebook. Í lýsingini verður lokkað við sera bíligum ferðakortum, sm bara kosta 18 krónur um mánaðin, har ein kann ferðast óavmarkað í nakrar mánaðir.

Men fyri at fáa tilboðið, skal ein trýsta á eitt leinki. Men Strandferðslan heitir á fólk um ikki at trýsta á nakað, ella at geva nakrar sum helst upplýsingar frá sær, tí talan er um svik, har ið roynt verður at lokka pening frá fólki.

Strandferðslan sigur, at Facebook-síðurnar eru meldaðar til løgregluna við tí endamáli at fáa tær strikaðar sum skjótast.