Her eru nýggju leiðreglurnar

Komandi viku ber aftur til at ferðast í millum ávís lond

Bryndis Hjartardóttir
10. juni 2020 kl. 17:00

 Landsstýrið er komið við nýggjum leiðreglum fyri ferðandi, nú landamørkini lata upp aftur. 

Komandi mánadag verður latið upp fyri ferðandi úr norðurlendsku grannalondunum, Grønlandi og Týsklandi. Tað hevur við sær ymsar broytingar um hvat tey ferðandi skulu halda seg til. 

Ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi skulu ikki longur í sóttarhald, tá tey koma til Føroyar. Í staðin skulu ferðafólk vísa váttan uppá negativa COVID19 kanning - hetta er ikki galdandi fyri føroyingar búsitandi i Føroyum. 

Ferðing úr restini av heiminum er enn avmarkað til føroyingar, sum koma heim, og fólk, ið hava arbeiðsørindi í Føroyum, og Landsstýrið mælir enn føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn tey fimm londini, ið latið verður upp fyri tann 15. juni.

Sóttarhaldskravið er avmarkað til ferðandi úr øðrum londum, enn teimum latið verður upp fyri. 

Ein skipan fyri útisiglarar verður sett í verk soleiðis, at hesi eisini sleppa undan sóttarhaldi. Hendan serstaka skipanin skal gera tað lættari hjá útisiglarum at lata seg kanna í Føroyum.