Broyta navnið Hvítarussland til Belarus

Danska uttanríkisráðið hevur avgjørt at broyta navnið Hvítarussland til Belarus í øllum almennum arbeiði við Belarus, sigur uttanríkisráðið. Týskland og Svøríki hava gjørt tað sama

Sigurjón Einarsson
19. mars 2021 kl. 10:00

At landið nú broytir navn er at veita stuðul til fólkini í landinum, ið stríðast móti stýrinum hjá hvítarussiska forsetanum, Aleksandr Lukasjenko.

- Tað eru uppá tíðina, at vit brúka heitið, sum belarussiska borgarasamfelagið og fólkið eftirlýsir, sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod á Twitter.

Tað hava verið mótmælisgongur móti Aleksandr Lukasjenko, síðani hann síðsta ár lýsti seg sum vinnara av forsetavalinum.

Bæði ES og aðrar felagsskapir siga hinvegin, at valsigurin var fingin til vega við at fremja valsvik.

Mannarættindafelagsskapir boða frá harðskapi og píning móti mótmælisfólkum, ið eru blivin fongslaði.

Løgreglan í landinum hevur sligið hart niður á mótmælisfólk, sum hava verið úti á gøtunum og mótmælt, og hesin harðrendi framferðarhátturin hevur eisini verið fyri atfinningum frá millum annað ST.

- Eg rokni ikki við, at hetta fer at broyta trýstið á einaræðisharran Lukasjenko. Hetta er ein viðurkenning og ein stuðul til fólkið, ið eru í einari svárari støðu, sigur Jeppe Kofod við DR.

Lond sum Týskland og Svøríki hava eisini gjørt tað sama og hava broytt navnið.

Í Hvítarusslandi (ella Belarus) búgva umleið 9,5 milliónir fólk. Landið liggur eystanfyri Póland og hevur Russland, Ukraina, Lettland og Litava sum grannalond.

Tá Sovjetsamveldið varð upployst í 1991, broytti Hvítarussland sítt navn til Belarus.

- Hvítarussland er heitið fyri eina republikk í Sovjetsamveldinum, sigur Lizaveta Dubinka-Hushcha, forkvinna fyri felagsskapin Beladania (Fólk úr Belarus í Danmark, red.), við Berlingske.

- Tá landið gjørdist sjálvstøðugt, var tað fyrsta avgerðin tingið gjørdi var, at landið skuldi eita Belarus, sigur hon.

Hon greiðir frá, at navnið Hvítarussland kennist enn meira pínufult seinastu tíðina, meðan mótmælt hevur verið móti stýrinum.

- Hetta handlar meira enn bara eitt navn – hetta handlar um samleikan hjá belarussiska fólkinum.

- “Russ” er ikki tað sama sum “Russland”, men hevur søguligar røtur aftur til eitt landsumráði, ið var til, áðrenn tað var nakað, sum æt Russland, sigur Lizaveta Dubinka-Hushcha við Berlingske.

Kelda: Ritzau