Video: Brot út konsert við Landsorkestrinum

Upprunaliga var ætlanin at hava eina konsert í apríl mánað, men tí steðgaði korona. Um vikuskiftið bar tó til at skipa fyri venjing og konsert, sum var í konserthøllini í Musikskúlanum í Havn

Sveinur Tróndarson
15. november 2020 kl. 22:05

Seinnapartin leygardagin skipaði Landsorkestrið fyri konsert í Musikskúlanum í Havn. Talan var um eina stutta konsert, sum var endin á einum venjingarvikuskifti, sum byrjaði fríggjakvøldið og helt fram fyrrapartin leygardagin.

Í videoupptøkuni niðanfyri ber til at hoyra eitt kut úr konsertini. Upptøkan er gjørd við fartelefon, so ljóðið er hareftir, men kortini gevur tað eina mynd av, hvat Landsorkestrið er fyri ein stødd.

Tað var í 2010, at farið varð undir at savna teir bestu blásitónleikararnar í eitt landsorkestur, har tey kundu venja og spæla saman við øðrum evnaríkum tónleikarum.

Fyrstu upptøkurnar vóru í apríl 2010 og venjingarnar byrjaðu skúlaárið 2010-11. Og á jólum 2010 hevði Landsorkestrið kirkjukonsertir í Klaksvík.

Landsorkestrið hevur verið á fleiri uttanlandsferðum hesi árini, millum annað í Íslandi, Skotlandi, Týsklandi og Kekkia.

Grundarlagið undir orkestrinum eru teir ungu tónleikararnir, sum koma frá musikskúlunum kring landið, og so lærararnir, sum eisini spæla við. Manningin í Landsorkestrinum skiftir við jøvnum millumbilum, tá nøkur ár eru gingin, og tónleikararnir fara aðrar vegir.

Venjingin er skipað soleiðis, at tey møtast til eitt venjingarvikuskifti, har tey venja eina fasta skrá, sum tey eisini hava vant væl til heima. Tá venjingarnar eru lidnar, verður skipað fyri einari konsert, sum er opin fyri almenninginum, og tað var tað sum hendi í gjár.

Orkestrið spældi fýra løg, har tvey av teimum vóru syrpur – tað er fleiri løg í einum.

Tað er Bernarður Wilkinson, sum stjórnar Landsorkestrinum, og tað hevur hann gjørt síðan byrjanina í 2010.

Skráin hjá orkestrinum leygardagin var hendan: Hoch Habsburg, Jungle Book, Susato Variations og Jazz It Up.