Eitt aldargamalt akademiskt samstarv um felagsnorrøna málsliga arvin er komið at enda, og tí her hetta eitt mál, sum má takast upp á ráðharrastøði.
Tað er ikki bara í Føroyum, at tað vekir harma, at Københavns Universitet nú, av spariávum, er givist við undirvísing í føroyskum máli. Saman við avgerðini varð eisini avgerð tikin um at gevast við undirvísing í íslendskum, fornnorrønum og forndonskum.
Hetta tí fakini ikki lúka krøvini um at tað skulu vera minst 30 lesandi á fakinum fyri at varðveita tað.
Kristeligt Dagblad skrivar í dag, at avgerðin eisini er eitt brot upp á lyftið, sum Danmark gav Íslandi í 1986 í sambandi við avtalu um, at umleið 700 av teimum gomlu íslendsku handritunum skuldu vera eftir á savni Árna Magnussonar, eisini kallað Den Arnamagnæanske Samling, á Keypmannahavnar Universiteti.
- Við at støðga fyri møguleikanum at velja forníslendskt brýtur fakultetið ikki bara ein sið, norrønu tankagongdina og minkar um okkara kunnleika til mentanararvin, men fakultetið brýtur eisini dansk-íslendsku avtaluna, sigur Annette Lassen, lektari á universitetinum og knýtt at Arnamagnæanska Savninum við Kristeligt Dagblad.
(Mynd: haandskrift.ku.dk)
Arnamagnæanska savnið er kallað upp eftir íslendska professaranum og granskaranum, Árna Magnússon, sum livdi frá 1663 til 1730, og sum savnaði hópin av gomlum íslendskum handritum. Hann avgjørdi, at Keypmannahavnar Universitet skuldi fáa hansara umfatandi savn av handritum í varðveitslu eftir deyða sín
Savnið hjá honum er á listanum hjá Unesco yvir ”Memory of the World”.
Á Keypmannahavnar Universiteti hava tey eisini ætlanir um at sleppa sær av við bygningin, har Arnamagnæanska Savnið húsast. Ætlanin er at flyta úr bygninginum næsta ár.
Íslendski sendiharrin í Keypmannahavn, Benedikt Jonsson, øtast inn á avgerðina.
- Eg skilji ikki, at universitetið rennur undan ábyrgdini, sum Arnamagnæanska Savnið hevur fingið fyri at varðveita og ansa eftir viðurkendum heimsarvi og í hesum førinum ein einastandandi mentanararv, sum Ísland og Danmark eru felags um, sigur sendiharrin við Kristeligt Dagblad.
Benedikt Jonsson sigur fyri blaðnum, at íslendski mentamálaráðharrin, Lilja Alfredsdóttir longu hevur tikið málið upp við donsku starvssystir sína, Mette Bock, á norðurlendskum fundi. Men tað er nýggi útbúgvingarmálaráðharrin, Tommy Ahlers, sum hevur ábyrgdina av økinum, og íslendska stjórnin nú hevur biðið um fund við hann.
Eisini føroyski mentamálaráðharrin, Rigmor Dam, hevur gjørt vart við seg í málinum. Les: Føroyskt má ikki strikast á universitetinum í Keypmannahavn
Les eisini: Danska stjórnin tikið upp málið um føroyskt á Keypmannahavnar Universiteti
Les eisini: Øll harmast men eingin kann gera nakað (fyri haldarar hjá dimmu.fo)
Les eisini: Føroyskt strikað sum fak í Danmark