Bronsu vinnandi skoyturennari fekk deyðshóttanir

Kanadiska Kim Boutin fekk øðið í koreanskar vetrar OL fjepparir, tá hon vann bronsu 500m skoyturenning.

Jákup Højgaard
14. februar 2018 kl. 17:53

Tað var sorgblítt, tá kanadiska Kim Boutin vann sær bronsu medalju í 500m skoyturenning. Hon endaði upprunaliga á einum fjórða plássi aftanfyri suður koreansku Choi Min-jeong. Choi Min-jeung bleiv tó kolldømt fyri at hava skumpað. Tað skapti øði koreansku fjepparanar. 

23 ára gamla Kim Boutin var noydd at sløkkja allar sosialar miðlar, tá koreansku fjepparanir byrjaðu at senda henni hóttanir og illbønir.

Suður koreanskir miðlar boða frá, at óðir fjepparir skunda sær at leypa á bæði twitter og Instagram síðuna hjá Kim Boutin. Í minsta lagið 10.000 viðmerkingar vóru at finna á Instagram síðuni hjá Kim Boutin.

Tað, sum av álvara fekk óðu áskoðarnar at øsa seg, var at ovurfegna Kim Boutin klemmaði liðfelagar sínar tá hon fekk boð um at hon hevði vunnið sær bronsuna.

-Vit kunna ikki stýra sosialu miðlunum. Almenningurin hevur eisini rætt at siga tað honum lystur, men vit vilja heita á øll at virða og stuðla íðkarum okkara.

Sigur Mark Adams, ið er umboð fyri altjóða olympisku nevndina.

Bretska Elise Christie upplivdi nakað líknandi, tá hon rendi saman við suður koreansku Park Seung-hi á vetrarleikunum í 2014.

Kelda: BBC.co.uk