Í gjár var toppdystur millum Brøndby og FC Midtjylland, sum Brøndby vann 3-1. Men tá støðan enn var 2-1, gav Brøndby-venjarin eini boð til sínar leikarar á ein heldur øðrvísi hátt.
Um hann hevði mist røddina skal vera ósagt, men ístaðin fyri at rópa á sínar leikarar, at teir skuldu halda áfram at leypa á, so skrivaði hann tað heldur á eina tussjtalvu: “Keep attacking”, stóð á talvuni.
Ikki annað kann sigast, at Brøndby-leikararnir lósu boðskapin og tóku hann til sín, tí teir hildu á at leypa á og skoraðu so til 3-1, sum gjørdist endaliga støðan.
Harvið er dysturin um danska meistaraheitið víðopið aftur, tí við sigrinum, so er Brøndby bert eitt stig aftanfyri FC Midtjylland, nú trý umfør eru eftir.
Eftir dystin komu tær fyrstu reaktiónirnar um hesa heldur margháttligu hendingina, men so gekk ikki rúm tíð, áðrenn myndin var eftirgjørd og víðari deild á sosialum miðlum, har orðini “keep attacking” vóru skift út við onnur orð.
Her eru nakrar eftirgjørdar myndir: