- Vit eru fegin um at kunna seta Brimheim á konsertskránna í Løkshøll leygarkvøldið 19. oktober í ár.
Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu í dag.
Brimheim er ein av mest eyðsýndu stjørnum á alternativa popp- og rokk pallinum bæði her heima og altjóða. Síðani hennara debut útgávu "Can't hate myself into a different shape" (2022) hevur føroysk-danska Helena Rebensdorff veruliga staðfest sín leiklut sum máttmikil og óbrýndur diamantur, ólík nøkrum øðrum.
Hon skumpar til mørkini og er torfør at seta í bás, tá ið hon við sínari eyðkendu rødd, orðum og tónum granskar og vitjar døpru, intimu og eirindarleysu sinniskrókarnar. Tónlistarliga úttrykkið og framleiðslan skifta millum tað sárbæra, nívandi og tað ráa, stórfingna og tekstirnir bjóða eisini av og fara í dýpdina.
Brimheim hevur fingið sera góða móttøku frá ummælarum, bæði heimligum og altjóða. Seinastu tvey árini hevur hon vunnið fleiri Faroese Music Awards virðislønir fyri m.a. ársins útgávu, bólk, sang, sangara og samleika. Hon hevur eisini verið tilnevnd "Årets Talent" í 2022 og "Årets Håb" í 2021 og hevur framført á stórum altjóða festivalum so sum The Great Escape, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Roskilde, Iceland Airwaves, KEXP og skal eisini spæla til OL í París ár.
Hennara nýggja útgáva, RATKING, kom út 22. mars í ár og konsertin í Løkshøll er byrjanin uppá eina longri konsertferð í Evropa. Tónleikatíðarritið GAFFA gav útgávuni 5 út av 6 stjørnum og ummælarin skrivaði: "Oplevelsesrigt, frækt og nuanceret. Jeg er vild med det!"
Leygarkvøldið 19. oktober kl. 20.00 stendur Brimheim saman við sínum bólki á pallinum í Løkshøll og fer heilt víst at geva áhoyrarunum eina máttmikla og heilt serstaka konsert.