Brighton hevur fingið fyrsta boðið uppá Caicedo
Eftir fleiri mánaðar við ymiskum gitingum umkring framtíðina hjá Moises Caicedo er okkurt hent
Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 20:54
The Athletic skrivar, at Brighton hevur fingið fyrsta boðið uppá Caicedo. Ikki óvæntað er tað Chelsea sum er komin við einum boði uppá 21 ára gamla miðvallaran – sum annars leingi varð spáddur at fara til Liverpool.
Boðið var 55 milliónir pund. Brighton hevur ikki tikið av boðnum og slær fast, at felagið ikki ynskir at selja miðvallaran frá Ecuador.
Seinastu dagarnar hevur prát verið um, at Brighton krevur minst 75 milliónir pund fyri at ganga við til ein handil.
Brighton er í løtuni í hálvt við at selja Leandro Trossard til Arsenal fyri 27 milliónir pund. Ein stórur posi av pengum, fyri ein leikara sum bert hevur seks mánaðar eftir av sáttmálanum.