Breyt inn í Mikkeller og stjól pening og rúsdrekka

Løgreglan arbeiðir við at uppklára málið

Fríðmundur Nattestad
24. februar 2024 kl. 17:00

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at innbrot hevur verið í ølbarrini, Mikkeller, sum liggur í miðbýnum í Havn. Brotsmaðurin hevði brotið ein rút fyri at sleppa inn, og hevði stolið pening og rúsdrekka.

Løgreglan sigur, at arbeitt verður í løtuni við at uppklára málið. Samstundis verður kannað eftir, um innbrotið hevur nakað at gera við onnur líknandi mál, sum hava verið í Havn seinastu vikurnar.