Breyð til eina viku afturat

Niels Mortensen boðaði Kringvarpinum frá í dag, at landsins størsta bakaravirki hevur tilfar at baka breyð til miðskeiðis í komandi viku.

Rúni Korsgaard
5. juni 2024 kl. 20:15

Stjórin í SMS-samtakinum greiddi útvarpinum frá, at vørurnar minka skjótt og at baksturin er um at ganga fyri, nú at tilfar ikki kemur til landið vegna verkfall.

"Eg vænti at vit baka nokk tað síðsta breyðið einaferð í næstu viku, mikudagin, hósdagin í næstu viku", boðaði stjórin frá.

Eisini greiddi Niels Mortensen frá, at írestandi Mylnu-handlarnir allarhelst steingja, tá baksturin steðgar. Skal breyð vera í Mylnu-handlunum eftir miðskeiðis í komandi viku, má vøra, ið er stødd í Danmark, koma til landið nú mánadagin.

Kringvarpið kunnaði herumframt, at onnur bakaravirki s.s. Amarant í Klaksvík hevur tilfar til at baka breyð í áleið tvær vikur afturat.