Brexit-handilsavtala er á gáttini men enn eru snøklar

Samráðingarleiðarin fyri ES, Michel Barnier, ynskir fleiri lyftir frá Bretlandi, áðrenn farið verður undir seinastu samráðingarnar um handilsavtalu

Sigurjón Einarsson
9. oktober 2020 kl. 19:30

Bretland fór formliga úr ES tann 31. januar í ár, men enn mangla partarnir at fáa eina handilsavtalu uppá pláss, ið endar síðst í hesum árinum.   

Báðir samráðingarleiðararnir, Barnier og bretski, David Frost, siga, at teir eru heilt nær við eini avtalu, hóast ósemjur eru um millum annað fiskirættindi.

Barnier, ið fór úr London eftir einans 12 tímum, ynskir fleiri lyftir frá Bretlandi, áðrenn farast kann undir seinastu samráðingar um handilsavtalu.

Boris Johnson hevur sett seinastu freist fyri eini avtalu tann 15. oktober, tá ES-toppfundur er á skránni. Men meðan hansara ráðgevar siga, at meira arbeiði krevst til at orða endaliga tekstin, so hava teir ávaraða ES um, at ein avtala verður ikki gjørd fyri ein og hvønn prís.

Ein snøkil er fiskirættindi

ES ynskir at tryggja rættindi til fisk í bretskum sjógvi, ið er eitt týdningarmikið mál fyri Frakland. Stórabretland ynskir eina avtalu, ið líkist meiri tí avtalu, sum Norra hevur við ES, har fiskikvotur verða ásettar hvørt ár.

Hetta kann gerast ein av stóru snøklunum, sambært eygleiðarum.

Kelda: Reuters