Donsku reiðaríini, sum fiska í bretskum sjógvi – harav eisini reiðarí, sum føroyinagar eiga – kunnu enda við at missa virðir fyri milliardir, tá Bretland fer úr ES. Tað vísir ein frágreiðing, sum stovnurin fyri matvøru- og tilfeingisbúskap (IFRO) á lærda háskúlanum í Keypmannahavn hevur gjørt
Tað skal sigast beinanvegin, at í sambandi við, at Bretland í næstum fer úr Evropeiska samveldinum, verður ein rúgva av samráðingum, og tær samráðingarnar kunnu í summum førum enda við, at avtalur, sum Bretland hevur frammanundan, kunnu halda fram. Tá tað er sagt, so er nokk einki at ivast í, at har Bretland í løtuni kennir seg at vera fyri mismuni fíggjarliga, vilja broytingar henda.
Tey ES-lond, sum innanfyri sítt egna øki hava størri atgongd til tilfeingi úr havinum, hava í ein ávísan mun verið ónøgd við at skula lata burturav til ES-lond, ið ikki hava so góða atgongd til hesi virðir.
33 skip
Í frágreiðing frá stovninum fyri matvøru- og tilfeingisbúskap (IFRO) á lærda háskúlanum í Keypmannahavn verður upplýst, at 36 prosent av tí fiski, sum donsk fiskifør fiska, koma úr bretskum sjógvi. Í virði er talan um 29 prosent av samlaðu donsku veiðuni.
Berlingske Business, sum hevur greinað frágreiðingina hjá IFRO, skrivar, at tað serliga við donskum fiskiskapi í bretskum sjógvi er, at 33 fiskiskip standa fyri 98 prosent av allari veiðuni. Broytingar í donskum fiskiskapi í bretskum sjógvi kunnu tí raka summi reiðarí meint, metir danska blaðið.
IFRO skrivar, at hesi 33 skip árliga hava eitt yvirskot upp á umleið 700 milliónir krónur frá fiskiskapi í Norðsjónum. Um Danmark als ikki fær nakað við sær, tá Bretland fer úr ES, vil yvirskotið minka 82 prosent, metir stovnurin.
Niels Wichmann, stjóri fyri Danmarks Fiskeriforening, sigur við blaðið, at donsk skip eftir Brexit fara at fiska meira donsku megin í Norðsjónum, men hann metir als ikki, at tað verður gjørligt at koma upp á tær nøgdir, sum verandi kvotur í samlaða Norðsjónum loyva.
Heitt evni
Í sambandi við tær samráðingar, sum Bretland og ES eru farin undir, er fiskivinnan als ikki umrødd enn. Nógv teirra, sum vóru fyri, at Bretland fór úr ES, nevndu í valstríðnum, at bretar nú skuldu fáa sítt hav og sín fisk aftur. Tí bleiv tað eisini ramaskríggj, tá tað frættist í Bretlandi, at Michael Gove, bretskur matvørumálaráðharri, á einari óalmennari vitjan í Danmark hevði sagt, at fiskiskip úr ES-londum framvegis í ein ávísan mun fóru at hava atgongd til bretsk økir, eftir at Bretland fór úr. Michael Gove fekk av at vita frá bæði høgum og lágum, sum millum annað róptu hann svíkjara.
Ruth
Donsk skip hava seinni árini, eins og í Føroyum, keypt sær dýrar kvotur, og virðisgrundarlagið undir hesum kvotum er í ein stóran mun rættindini til at fiska í bretskum øki.
Berligske skrivar millum annað, at reiðaríið Ruth, sum føroyingurin Gulak Madsen rekur, hevur bókað virðini av sínum kvotum til 543 milliónir krónur samlað. Í roknskapinum hjá felagnum Ruth stendur, at meginparturin av silda- og makrelfiskiskapinum gongur fyri seg í bretskum sjógvi, ella sum tað stendur á donskum "størstedelen af rederiets silde- og makrelfiskeri foregår i UK farvand".
Í ringasta føri, verður ein stórur partur av kvotunum í Norðsjónum virðisleysur, skrivar Berlingske Business, men nú fáa vit at síggja, tá fiskiskapur kemur á samráðingarborðið hjá Bretlandi og ES.