Brexit økir um spenningin

Einaferð var dysturin Skotland og Ongland størsta grannauppgerðin í øllum heiminum. Tað var tað, tí tað var tann einasta. Nú eru tað nøkur ár síðani, at arvafíggindarnir hittust í fótbólti, men nú møtast onglendingar og skotar aftur í einum endaspælið, har eisini Brexit er blandað uppí

Sigurjón Einarsson
18. juni 2021 kl. 17:00

Skotland er, saman við arvafíggindan úr Onglandi, heimsins elsta landslið. Tey hittust í fyrsta landsdystinum yvirhøvur í 1872 í Glasgow.

Tá Michel Platini afturi í 2012 kunngjørdi, at EM-endaspælið í 2020 skuldi feira samanhaldið í øllum Evropa, kundi hann sjálvandi ikki síggja í glaskúluna og síggja, at Ongland og Skotland í dag eru úti av ES. Tað hava skotar verið sera ónøgdir um, tí skotar atkvøddu at vera verandi í Evropasamveldinum og droyma tí eisini um eina nýggja fólkaatkvøðu, sum fær Skotland aftur í ES, sum samstundis merkir eitt farvæl til Stórabretland.

Og í kvøld klokkan 20 hittast so arvafíggindarnir, Ongland og Skotland á Wembley.

Teir 90 minuttirnir á Wembley í kvøld verður ein long váttan av útsøgnini hjá skotsku venjaralegenduni í Liverpool, Bill Shankly, “at nógv rokna fótbólt sum ein spurning um lív ella deyða. Hesin hugburðurin skuffar meg, tí eg kann vissa tykkum um, at tað er nógv meira týdningarmikið enn tað!”

“Football is coming home

Hóast symbolikkurin í dystinum millum Ongland og Skotland kann vera ringur at ímynda sær, so er tað lagt upp til eitt møguligt enskt fótbóltssummar.

Landsliðið er mannað við nógvum evnaríkum leikarum, og verður hugt ítøkiliga upp á tað, so er talan um eitt EM á heimavølli, tí menninir hjá Gareth Southgade noyðast bert at spæla eina fjórðingsfinalu á útivølli. Allir hinir dystirnir, um vit rokna eina møguliga hálvfinalu og finalu við, verða leiktir á Wembley.

Kendi EM-sangurin frá Euro´96 “Football is coming home”, tá Ongland seinast spældi EM á heimavølli, kann tí brúkast umaftur – og tað verður hann.

Og júst í 1996, tá Ongland og Týskland hittust í hálvfinaluni, var symbolikkurin skrúvaður heilt upp, har alt frá seinna heimsbardaga og til bann av innflutningi av bretskum kjøti til ES skuldi viðgerast. Tað sást millum annað aftur í yvirskriftini í Daily Mirror upp til dystin, har ensku stjørnurnar Paul Gascoigne og Stuart Pearce vóru í krígshjálmi við yvirskriftini: "For you Fritz, ze Euro 96 is over … Achtung! Surrender".

Í ár hevur litta pressan í Onglandi prikað um stríðið millum ES og Stórabretland um, hvør veruliga eigur atgongdina til AstraZeneca-koppingarevnið, sum bretar fingu nógv av, meðan tað gekk meira striltið í restina av ES at fáa fatur á.

Men skotska pressan hevur havt fokus á eitt annað eldfimt evni: Brexit og fakta, at skotar atkvøddu at vera verandi í ES, meðan onglendingar atkvøddu LEAVE.

Og úti í Evropa bíðar pressan eftir møguleikanum at prika Ongland, skuldi tað hent seg, at Ongland enn einaferð tapir eina brotssparkskapping á leiðini móti finaluni á Wembley. Vit minnast, hvussu evropeiska pressan kom við fleiri niðrandi viðmerkingum um “Hard Brexit”, tí enski sangarin til Eurovision-kappingina í ár fekk null stig.

Soleiðis sá tað út, tá Tartan Army ferðaðist til London fyrr í dag.