Bretskur tinglimur stungin til deyðis

Sir David Amess, konservativur tinglimur í Stórabretlandi, varðseinnapartin í dag stungin við knívi, meðan hann var í viðtalu við veljarar í Leigh-on-Sea. Davis Amess doyði av løstunum.

Steinar Patursson
15. oktober 2021 kl. 15:10

Sir David Amess, konservativur tinglimur í Stórabretlandi fyri Southend West, er sambært BBC stungin av einum álopsmanni, meðan hann var í viðtalu við veljarar í Leigh-on-Sea.

BBC skrivar, at 69 ára gamli Amess, sum hevur verið tinglimur síðan 1983, varð stungin, meðan hann hevði viðtalu í einari metodistkirkju.

BBC boðar nú frá, at David Amess doyði av løstunum.

Løgreglan í Essex hevur boðað frá, at álopsmaðurin er handtikin. Ein loftsambulansa umframt tveir sjúkrabilar vórðu sendir á staðið, men tað eydnaðist ikki at bjarga Amess.

Labour tingkvinnan Jo Cox varð myrd undir Brexit stríðnum í 2016, og knívstungan av Amess hevur fingið folk í Stórabretlandi at øtast.

- Vit hava hann, familju hansara og hansara kæru í tankunum í hesari sváru tíð, sigur Jo Cox Foundation, ið varð sett á stovn eftir at Jo Cox varð myrd.

Somuleiðis sigur einkjumaðurin eftir Jo Cox, Brendan Cox, at knívstungan er so ómanslig, ið hugsast kann.

Fleiri onnur, teirra millum Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, og Keir Starmer, leiðari fyri Labour flokkin, hava viðmerkt álvaran í støðuni.

Vápnað løgreglufólk eru á staðnum, sigur BBC.

[Dagført 15:22 David Amess hevur latið lív av løstunum, síðan greinin varð løgd út á fyrsta sinni]