Summar Festivalurin kunnger í dag eitt høvuðsnavn til festivalin í 2024. Hetta er eitt stórt og háaktuelt, altjóða poppnavn, siga tey í tíðindaskrivi.
Olly Murs er partur av einum yngri ættarliði av bretskum poppstjørnum. Hann fekk gjøgnumbrot við fyrstu útgávuni í 2010, og síðani hevur hann havt 5 album ovast á bretska hitlistanum.
Tað er bara eitt ár síðani, at útgávan "Marry Me" var nummar 1 í Bretlandi. Hann hevur eina langa røð av hittum kring heimin, og hann hevur útgivið sangir saman við eitt nú Flo Rida, Demi Lovato og Snoop Dogg. Hitt hjá honum eru eitt nú "Troublemaker (feat. Flo Rida)", "Heart Skips A Beat", "Dance With Me Tonight" og "Up (feat. Demi Lovato).
Olly Murs er eisini kendur úr sjónvarpi. Hann er ein av dómarunum í The Voice UK saman við eitt nú legenduni Sir Tom Jones.
Í vár og summar skal Olly Murs spæla umleið 50 arena- og stadionkonsertir saman við Take That kring Bretland, og eftir tað hevur hann játtað at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, sum hevur 20 ár jubileum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august 2024.