Kwasi Kwarteng er ikki longur fíggjarmálaráðharri í Stórabretlandi.
Tað vita keldur hjá BBC at siga.
Ryktini hava gingið í allan morgun, at bretski fíggjarmálaráðharrin fór at fáa sekkin, eftir at tað gjørdist greitt, at hann í skundi var komin aftur til Stórabretlands í úrtíð eftir almenna vitjan í USA.
Hildið varð, at stjórnin hjá Liz Truss vildi fremja broytingar í ætlaða víðgongda fíggjarpolitikkinum hjá Kwasi Kwarteng, sum skuldi lækka skattin í Stórabretlandi – serliga fyri tey, ið forvinna sær mest, men nú er líkt til, at fíggjarmálaráðharrin fær fótin.
Um Kwasi Kwarteng ikki longur er fíggjarmálaráðharri, tá dagurin er komin at enda, verður hann tann bretski fíggjarmálaráðharrin, ið hevur sitið næst-stytst í søguni. Kwasi Kwarteng tók við sum fíggjarmálaráðharri 6. september, og hevur sostatt havt sessin í 38 dagar.
Bert Iain Macleod hevur sitið stytri. Hann sat í 30 dagar sum fíggjarmálaráðharri í stjórnini hjá Edward Heath – frá 20. juni í 1970 til hann doyði av einum hjartatilburði 20. juli.