Bretska stjórnin fer at forða fyri, at ein samtykt skotsk lóg um juridiskt kynsskifti skal setast í verk. Lógin bleiv samtykt eftir atkvøðusgreiðslu í skotska tinginum í desember.
Tað upplýsir Alister Jack, sum er skotskur ráðharri í bretsku stjórnini, sambært Reuters.
Hetta er sambært miðlinum fyrstuferð, at ein bretsk stjórn fer at gagnýta heimildina at taka skotska tingið av ræði.
Burtursæð frá at lækka aldrinum fyri loyvdum juridiskum kynsskifti, skuldi nýggja lógin eisini broyta verandi lóggávu, so ein ikki longur skal verða greinaður fyri “gender dysphoria” fyri at fáa juridiskt kynsskifti.
Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, kallar avgerðina fyri eitt “álop á tað skotska tingið”